Winemaker's Dinner í The Tarv
Komið við til eitt serstakt kvøld tann 18. mai, tá ið vit fáa vitjan av Mendel Winery frá fjarskotna Mendoza í Argentina. Tann virðismetti argentiski vínframleiðarin fer hetta kvøldið at vísa okkum teirra áhugaverda úrval av víni; harímillum nøkur av teirra avgjørt bestu vínum!

Diego Surazsky frá Mendel er í Føroyum í ein dag, og hendan dagin hevur hann valt at brúka saman við okkum á THE TARV. Til høvið hevur høvuðskokkurin samansett eina leskiliga matskrá við íblástri úr argentinska køkinum samansjóðað við nakrar TARV klassikarar.

Á kvøldinum fara vit at hoyra søgur um vínini og framleiðsluna av vínunum, ið verða framleitt úr upp til 92 ára gomlum víntrøum.

Vit byrja við vælkomu kl.18.00 og fara síðan til borðs kl.18.30.

Plássini eru avmarkaði, so um tú vilt tryggja tær eina serstaka uppliving, so er at smekka til beinanvegin!

Mat- og vínskrá hetta kvøldið:

· 2017 Les Massales Extra Brut, Champagne Tellier

· 2018 Mendel, Cabernet Sauvignon
· Iberico 100% Bellota

· 2019 Mendel, Semillon
· Grillaður jomfrúhummari & ceviche av havtasku

· 2019 Mendel, Cabernet Franc
· Nigiri við japanskum Waguy

· 2020 Mendel, Lunta Magnum
· 2019 Mendel, Malbec Magnum
· Tatar av neytaryggi úr Galicia

· 2017 Mendel, Finca Remota
· Føroyskt lambskjøt

· 2018 & 2019 Mendel, Unus
· Búnaður háryggur av Great Omaha mjólkkúgv

· Jarðberjasúpan og smátt søtt

Nær? 18. mai kl. 18.00

Kostnaður fyri hvønn: 1.800,-
Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk