Rommsmakking í Skeiva Pakkhúsi
Fríggjakvøldið 11. mars 2022 kl.18.00 fara vit, saman við H.J Hansen Vin, at bjóða tykkum til rommsmakking. Rommsmakkingin varar tveir tímar, og eftir hetta verður borðreitt við trimum rættum frá dugnaligu kokkunum í Skeiva Pakkhúsi og tveimum gløsum av víni afturvið matinum. So um tú hevur áhuga fyri rommi, bjóða vit tær eina serstaka uppliving, har vit fara at royna 6 ymisk sløg av rommi, og øll fáa eitt lekkurt ókeypis rommglas við heim.

Prísur:

- Rommsmakking (6 ymisk sløg), 3 rættir umframt, 2 gløs av víni afturvið matinum umframt 1 glas av rommi afturvið dessertini: 1255,- fyri hvønn

Tvey gløs av víni eru íroknaði afturvið matinum, umframt eitt glas av tí mest umtókta romminum frá kvøldinum. Tilber eisini at keypa sær drykkjuvørur í barrini alt kvøldið.

Hava tit ynski um at sita saman við onkrum ávísum, so eru tit vælkomin at viðmerkja hetta í viðmerkingarteiginum.

Peningur verður ikki endurgoldin.
Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk