Nónte & Sway - ÚTSELT
Sunnudagshugni á Hotel Føroyum 7. februar við nónte og yndisligum sangi frá teimum trimum Marionnu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen. Saman kalla tær seg Sway, og syngja tær livandi og undirhaldandi løg a capella. Føroyski tríbólkurin hevur serligan íblástur frá amerikanska jazzbólkinum The Andrews Sisters frá 1930'unum.

Hvat er nónte? Nónte stavar frá enska heitinum ’Afternoon tea’ – ein skál á høgum stætti við smáum tvíflísum, skons, køkum og smáum søtum. Afturvið skeinkja vit brúsandi vín og - sjálvsagt - te.

Tiltakið byrjar á nóni.

Prísur fyri hvønn: 295,-

Tiltakið byrjar á nóni (kl. 15.00).

Eru tit fleiri, ið ynskja at sita saman? Vinaliga skrivið hetta í viðmerkingarteigin.

Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk