DØGURÐI & KONSERT VIÐ HALLI JOENSEN - ÚTSELT
30. oktobur verður døgurðakonsert við Halli Joensen á Hotel Føroyum.

Vit borðreiða við fýra leskiligum rættum, og afturvið fjórða og seinasta rættinum, byrjar konsertin.

Matskráin, sum vit borðreiða við hetta kvøldið, er hendan:


• Brellbiti við krabbarilettu
• Forrættur við toski, kikkertrum og spinatsós
• Høvuðsrættur við lambskulottu, eplakrokettum, grønmeti og sinnopssós
• Omaná við peru, vaniljuísi og stjørnuaniskremi


Tiltakið byrjar kl. 19.00.


PRÍSIR

Døgurði & konsert fyri eitt fólk: 595,-

Døgurði, konsert & gisting 30. – 31. okt. (við morgunmati) fyri eitt fólk: 1395,-

Døgurði, konsert & gisting 30. – 31. okt. (við morgunmati) fyri tvey fólk: 1990,-

Vikuskiftispakki 30. okt. – 1. nov. fyri tvey fólk: 3.700,-

GG: Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar nøkrum prísi.

Í vikuskiftispakkanum er hetta íroknað:

30. okt:
• Døgurði og konsert
• Gisting í dupultkamari

31. okt:
• Morgunmatur
• Perlandi vín, frukt og sjokuláta á kamarinum seinnapartin
• 3 rættir í matstovuni á Hotel Føroyum um kvøldið

1. nov:
• Morgunmatur
• Fráferð í seinasta lagi kl. 11.00


Tað er avmarkað pláss og vit syrgja fyri, at góð frástøða er millum borðini eins og at øll tilmælir frá heilsumyndugleikunum verða fylgd.

Ynskja tit at sita saman við nøkrum ávísum til døgurðakonsertina, so vinaliga viðmerkið hetta í viðmerkingarteiginum.

Peningur verður ikki endurgoldin upp til 24 tíðmar áðrenn tiltakið byrjar.
Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Døgurði & konsert (eitt fólk)
Døgurði, konsert & gisting eina nátt (eitt fólk)
Døgurði, konsert & gisting eina nátt (tvey fólk)
Vikuskiftispakki (tvey fólk)
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk