MINIHEYSTFERIA FYRI BARNAFAMILJUNA Á HOTEL FØROYUM
Luksus familjuuppihald í heystferiuni við undirhaldi til børnini, góðum mati og avslapping. Far so eftir høvdinum í song, sov leingi og vakna úthvíld til lekkran morgunmat í nýggju matstovuni á Hotel Føroyum.

Ljóðar hetta sum eitt freistandi ískoyti til heystferiuna í Føroyum? So er bara at seta kross í kalendaran 14. - 15. oktobur, bíleggja pláss og gerast eina stóra felagsuppliving ríkari.

Hetta er undirhaldið:

• Undirhald við Rógva Dam
• Skattaveiða
• Hoppiborgir til bæði stór og smá børn
• Og nógva annað spennandi


Tit kekka inn mikudagin 14. oktobur frá kl. 14.00. Barnaundirhaldið byrjar kl. 15.00 og heldur á til umleið kl. 18.00. So er klárt at fara til borðs, har borðreitt verður við øllum góðum til bæði børn og vaksin. Hósdag fyrrapart eiga tit fyri tykkum sjálvi. Morgunmatur er í matstovuni frá kl. 7.00 og tit kekka út í seinasta lagi kl. 11.00.

Hetta kostar tað:

2 vaksin + 1 barn (upp til 12 ár): 2265,-
2 vaksin + 2 børn (upp til 12 ár): 2690,-
2 vaksin + 3 børn (upp til 12 ár): 3115,-
1 vaksin + 1 barn (upp til 12 ár): 1495,-
1 vaksin + 2 børn (upp til 12 ár): 1920,-
1 vaksin + 3 børn (upp til 12 ár): 2345,-

Børn undir 2 ár eru ókeypis. Viðmerkið, um tit ynskja babysong.

Vinaliga setið tykkum í samband við okkum, um tit ynskja at bíleggja aðrar samansetingar av vaksnum og børnum.

Hetta er íroknað:
Barnaundirhald, skattaveiða, hoppiborgir, leskidrykkir til børnini, døgurði um kvøldið, gisting í dupult- ella familjukamari í eina nátt og morgunmatur.
Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
2 vaksin + 1 barn
2 vaksin + 2 børn
2 vaksin + 3 børn
1 vaksin + 1 barn
1 vaksin + 2 børn
1 vaksin + 3 børn
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk