Ólavsøka á Hotel Føroyum 2020
ÓLAVSØKUMATSKRÁ OG HOPPIBORG

Tað er øllum greitt, at ólavsøkan í ár verður øðrvísi enn vanligt. Tó so vanlig sum til ber. Og tit, sum ár eftir ár leggja leiðina framvið Hotel Føroyar á ólavsøku, skulu avgjørt ikki snýtast.

Fyri at minka um smittuvandan hava vit, ístaðin fyri stóra sjálvtøkuborðið, sett eina leskiliga ólavsøkumatskrá við fýra rættum saman. Og vit hava sjálvandi eisini okkurt hóskandi til børnini. Eisini fara vit at býta stóra hølið upp í smærri hølir, soleiðis at tað ongantíð eru fleiri enn 100 fólk inni í hvørjum høli.

ÓLAVSØKUMATSKRÁIN

• Tallerkur við turrum fiski, turrari grind, spiki, eplum og breyði.

• Royktur laksur, sishomiks, dildolja og snerkt breyð

• Heilstokt oksalundir, heslubakað epli, grønmeti av grillini og rómabordelaise

• Panacotta, coulis og rabarbur

Kostnaður fyri ólavsøkumatskrá til vaksin: 395,-
Kostnaður fyri ólavsøkumatskrá til børn (til og við 12 ár): 220,-

BARNATALLERKUR

• Spagetti bolognese

• Pitsa og kips

• Ísur

Kostnaður fyri barnatallerk til børn (til og við 12 ár): 165,-

Umframt góða matin verða hoppiborgir settar upp uttan fyri hotellið. Atgongd til hoppiborgirnar er við í prísinum til matin.

GG: Vit gera eina borðætlan til øll ið bíleggja. Um tit eru fleiri, ið ynskja at sita saman, er neyðugt at tit bíleggja saman.
Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Ólavsøkumatskrá til vaksin / 4 course meal for adults
Ólavsøkumatskrá til børn (til og við 12 ár) / 4 course meal for children up to 12 years
Barnatallerkur (børn til og við 12 ár) / Childrens plate (children up to 12 years)
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk