Winemaker's Dinner í Skeiva Pakkhúsi
Eftir ætlan skuldi Giovanni Masucci frá víngarðinum Donnafugata í Sisila skuldi koma til Føroya fyrr í ár fyri at greiða frá um tey frálíku vínini frá Donnafugata í Skeiva Pakkhúsi. Men so kom korona. Giovanni hevur tað tíbetur gott, og vit hava nú gjørt av at halda ein øðrvísi Winemaker's Dinner í Skeiva Pakkhúsi, har Giovanni luttekur frá Sisilia á einum skýggja.

Nær? Fríggjadagin 3. juli kl. 18.00

Hvat? 5 sløg av víni frá Donnafugata umframt 5 hóskandi rættir frá Skeiva Pakkhúsi.

Kostnaður? 1.150,- fyri hvønn

Bílegg pláss her. Vit gera eina borðætlan til øll sum bíleggja, so um tit ynskja at sita saman við nøkrum ávísum, so verða tit biðin um at viðmerkja, hvørjum tit ynskja at sita saman við, í viðmerkingarteiginum.

Vit rinda ikki pening aftur fyri avlýsingar sum koma 0-24 tímar áðrenn tiltakið byrjar.
Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk