Winemaker's Dinner í Fútastovu
Winemaker's Dinner við Domaine Faiveley og ETTER Distillerie verður í Fútastovu 17. Apríl 2020. Hesuferð verður konseptið ein samanrenning millum framúrskarandi vín úr Bourgogne í Fraklandi og fyrstafloks eau-de-vie frá ETTER Distillerie úr Sveis.

Carl-Stéphane Cercellier frá Domaine Faiveley fer við sínari serkønu vitan at greiða okkum frá teimum 6 ymsu vínunum, sum verða skonkt í gløsini hetta kvøldið. Eisini verður borðreitt við 5 rættum, sum fara at gera upplivingina fullkomna.

Hin stórfingni gesturin hetta kvøldið verður Gabriel Galliker-Etter, stjóri á 150 ára gomlu familjufyritøkuni ETTER Distillerie. Hann fer at bjóða okkum eau-de-vie úr teimum vøkru, munnblástu fruktglasfløskunum omaná, sum m.a. eisini eru at fáa á KOKS.
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk