Ginnsmakking í Skeiva Pakkhúsi - ÚTSELT
Leygarkvøldið 25. Januar 2020 kl. 18.00 fer Martin Kjær Sørensen, sum starvast hjá H.J. Hansen Vin í Danmark, at hava eina ginnsmakking í Skeiva Pakkhúsi. Tí ginn er ikki bara ginn, sum Martin sigur. Smakkirnir eru sera fjølbroyttir, og hvørt slag hevur sína egnu søgu. So um tú hevur áhuga fyri ginni, bjóða vit tær eina serstaka uppliving, har vit fara at royna 6 ymisk sløg frá sera væl umtóktu vørumerkjunum: Chase, Stockholms Bränneri, Mosgaard og øðrum. Og sjálvandi fara vit eisini at royna tey ymsu sløgini av ginni við tonic. Ginnsmakkingin varar hálvanannan til tveir tímar, og eftir hetta verður borðreitt við trimum rættum frá dugnaligu kokkunum í Skeiva Pakkhúsi.

Prísur:

- Ginnsmakking (6 ginn & tonic), 3 rættir umframt 1 ginn & tonic afturvið matinum: 1225,- fyri hvønn

Ein ginn & tonic er íroknaður afturvið matinum, men annars eru drykkjuvørur afturvið matinum ikki við í prísinum. Tað ber tó til at bíleggja drykkir á kvøldinum.

Hava tit ynski um at sita saman við onkrum ávísum, so eru tit vælkomin at viðmerkja hetta í viðmerkingarteiginum.

Peningur verður ikki endurgoldin.
Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk