Rio Bravo

RIO BRAVO letur upp aftur í ein dag - til VIT ELSKA 90'INI

Legendariska 90'ara matstovan RIO BRAVO letur upp aftur leygarkvøldið 12. oktober.
Tað verður tó ikki niðri í Tórsgøtu, men í staðin verður matstovan rigga til í Hoyvíkshøllini í sambandi við risastóra tiltakið VIT ELSKA 90'INI 12. okotober.
Matstovan er bert opin í sambandi við tiltakið, og um tú hevur atgongumerki, so tú mást skunda tær, um tú skalt njóta RIO BRAVO aftur.

RIO BRAVO var ein game-changari í føroyskari matsøgu. Klassiska matskráin við rækjublandi, bónda- ella piparbúffi og banana split gjørdist eitt hit, og tey eru mong, sum enn hóma leskiliga rákan, tá tey ganga omaneftir Tórsgøtu. RIO BRAVO fekk føroyingar út at eta. Brádliga gjørdist matur partur av at fara í býin, og matstovuvinnan hevur bara vaksið síðani. Manga takk fyri tað.

Rio Bravo letur upp kl. 19.00 og letur aftur kl. 00:00.
Tað er avmarkað pláss.

Bílegg borð í góðari tíð og rinda fyri matin beinavegin.

2 rættir kr. 265,-
3 rættir kr. 295,-

Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
2 rættir
3 rættir
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk