RIEDEL VÍNGLASSKEIÐ & DØGURÐI

Hevur tú nakrantíð hugsað um, at tað sama vínið kann smakka ymiskt, alt eftir hvørjum glasið tað verður drukkið úr? At vínglasið faktiskt hevur rættiliga stóran týdning fyri, hvussu væl vínið smakkar?

Hetta ljóðar heilt sikkurt sum møsn fyri mong, og tað er júst tí, at vit hava fingið Casper Næss-Schmidt frá 'H.J. Hansen Vin' at greiða nærri frá hesum mikukvøldið 7. oktobur. Hann fer at leiða tykkum ígjøgnum eitt vínglasskeið, har tit sleppa at royna 4 ymisk sløg av víni í fýra ymsum gløsum frá Riedel. Tvey hvít og tvey reyð. Og lekkru víngløsini sleppa tit at eiga!

Tá ið skeiðið er liðugt - og Casper hevur sannført tykkum um, at rætta vínglasið hevur alstóran týdning fyri, hvussu væl vínið smakkar - verður borðreitt við trimum rættum frá kokkunum í Skeiva Pakkhúsi. Og maturin hóskar sjálvandi perfekt til vínið, sum verður skonkt afturvið matinum í teimum heilt røttu gløsunum!


Kostnaður fyri vínglasskeið & døgurða: 1100,- fyri hvønn
- vín afturvið matinum umframt 4 víngløs eru íroknað prísinum.


Tiltakið byrjar kl. 18.00.


Komið og gerið hetta heilt vanliga mikukvøldið serstakt við góðum mati, fantastiskum víni og serkønari vitan um víngløs.


Eru tit fleiri, ið ynskja at sita saman, so vinaliga viðmerkið hetta í viðmerkingarteiginum.


GG: Tað eru avmarkað pláss, og vit syrgja fyri, at góð frástøða er millum øll borðini.

Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk