Familjuuppihald 13. - 14. juli
Miniferia fyri barnafamiljuna á Hotel Føroyum

Luksus familjuuppihald við undirhaldi til børnini, góðum mati og avslapping. Far so eftir høvdinum í song, sov leingi og vakna úthvíld til lekkran morgunmat í nýggju matstovuni á Hotel Føroyum.

Ljóðar hetta sum eitt freistandi ískoyti til summarferiuna í Føroyum? So er bara at seta kross í kalendaran 13. - 14. juli, bíleggja pláss og gerast eina stóra felagsuppliving ríkari.

Hetta er undirhaldið:

- Undirhald við Rógva Dam
- Skattaveiða
- Andlitsmáling
- Hoppiborgir inni og úti til bæði stór og smá børn
- Og nógva annað spennandi, inni ella úti - alt eftir veðrinum

Tit kekka inn mánadagin 13. juli frá kl. 14. Barnaundirhaldið byrjar kl. 15 og heldur á til umleið kl. 18. So er klárt at fara til borðs í nýggju matstovuni á Hotel Føroyum, har borðreitt verður við øllum góðum til bæði børn og vaksin. Týsdag fyrrapart eiga tit fyri tykkum sjálvi. Morgunmatur er í matstovuni frá kl. 7 og tit kekka út í seinasta lagi kl. 11.00.

Hetta kostar tað:
2 vaksin + 1 barn: 2265,-
2 vaksin + 2 børn: 2690,-
2 vaksin + 3 børn: 3115,-
1 vaksin + 1 barn: 1495,-
1 vaksin + 2 børn: 1920,-
1 vaksin + 3 børn: 2345,-

Hetta er íroknað:
Barnaundirhald, skattaveiða, andlitsmáling, hoppiborgir, leskidrykkir til børnini, døgurði um kvøldið, gisting í dupult- ella familjukamari í eina nátt og morgunmatur.
Møguleikar
Tiltakið er útselt
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
2 vaksin + 1 barn
2 vaksin + 2 børn
2 vaksin + 3 børn
1 vaksin + 1 barn
1 vaksin + 2 børn
1 vaksin + 3 børn
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk