Gamlaárskvøld 2019
ÚTSELT
Gamlaárskvøld á Hotel Føroyum við útsýni yvir Tórshavn og fýrverki á midnátt.

Vit byrja kvøldið kl. 19.30 við vælkomudrykki og brellbitum, áðrenn farið verður upp í nýggjársskrýddu matstovuna.
Saman við útsýninum yvir Tórshavn bjóða vit eina matskrá við 4 rættum og drykkjuvørum til.

Matskráin:

Forrættur: Dampað havtaska, bisque og ertraskot
Millumrættur: Ceviche av jákupsskel við salsa
Høvuðsrættur: Tornedos Rossini, fois gras, chateaux epli og madeirasós við rosinum
Desert: Crêpes Suzette

Kl. 23.45 verður farið út á tekjuna, har vit bjóða brúsandi vín, meðan vit skjóta tað nýggja árið inn og njóta fýrverkið yvir Tórshavn.

Eftir midnátt verður farið inn aftur í hitan, har borðreitt verður við kaffi og kransakøku í matstovuni.

Kl. 00.30 letur keypsbarrin upp.

kr. 1.250,- fyri hvønn

Okkara gistandi gestum bjóða vit ein góðan morgunmat nýggjársmorgun við útsýni yvir Tórshavn.

Íroknað gisting í dupultkamari við morgunmati 1.700 kr. fyri hvønn.

Møguleikar
Tiltakið er útselt

Bólkabílegging verður nýtt, tá fleiri ynskja at bíleggja saman, men at gjalda hvør sær.
Tey, sum eru í bólkinum, koma so vítt møguligt at sita saman.
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Vaksin
Gamlaárskvøld við gisting
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk